Putin fer ikki á veðurlagsráðstevnu

Putin fer ikki á veðurlagsráðstevnu
Nú er greitt, at hvørki russiski ella kinesiski forsetin vera við á ráðstevnuni í Glasgow
Russiski forsetin, Vladimir Putin, verður ikki við á veðurlagsráðstevuni, men Russland sendir kortini eina væl mannaða sendinevnd til Glasgow.
Mynd: RitzauScanpix  
 
21.10.2021 - 08:52

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fer ikki til Glasgow á COP26-ráðstevnu. 

Tað boðar Kreml frá. 

Tað er stórt afturstig fyri Bretland, sum vónaði at gera stór framstig á veðurlagsráðstevnuni, og at fáa verðurlagsavtalu við ríkisleiðararnar í lag.

Ríkisleiðarar úr øllum heiminum hittast á COP26 at tosa um æltanir at handfara veðurlagskreppuna.

Putin segði í síðstu viku, at hann sleppur ikki á ráðstevnuna, og vísir á kornustøðuna í landinum.

Í samrøðu við CNBC segði Putin, at Russland framvegis tekur lut í arbeiðnum hjá COP26, og tekur skerjingina av co2-útlátinum í álvara, og fer tí at senda eina sendinevnd við 200 fólkum til Glasgow.

Xi Jinping kemur heldur ikki

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, verður heldur ikki við á ST-veðurlagsráðstevnuni í Skotlandi.

Bretland er vertur fyri 26. ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar, COP 26, sum verður í Glasgow frá 31. oktober til 12. november.

Kinesiski forsetin hevur boðað frá, at hann kemur ikki til Glasgow.

Blaðið skrivar, at henda avgerðin hevur fingið tey, sum leggja ráðstevnuna til rættis, at stúra fyri, at Kina fer ikki at góðtaka, at málsetningurin í veðurlagsmálum verður broyttur.

Meiri enn 100 ríkis- og stjórnarleiðarar vera við á veðurlagsráðstevnuni.

Sambært París-avtaluni, sum varð gjørd í 2015, skulu heimsins lond fimtahvørt ár herða málini fyri CO2-útlát. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539