Royndi at smugla meira enn fimm kilo av hassji

Royndi at smugla meira enn fimm kilo av hassji
Skuldsetti maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur
Føroya rættur hevur í tveimum førum varðhaldsgongslað menn, sum eru skuldsettir fyri at hava roynt at smugla rúsevni til Føroya.
 
22.10.2021 - 12:47

Ein maður í 30'unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava roynt at smugla meira enn fimm kilo av hassji til Føroya.

Tað boðar løgreglan frá í dag.

Tollvaldið fann rúsevnini, tá ið maðurin í september kom í land av Norrønu. 

Og í einum øðrum máli varð ein maður í gjár varðhaldsfongslaður fyri at hava smuglað og selt størri nøgd av rúsevnum í Føroyum.

Hann skal sita í varðhaldi í fýra vikur. 

Løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu stórar nøgdir talan er um, og hevur heldur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, tí málið er ikki liðugt kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860