Lættari hjá útlendingum at sleppa til USA

Lættari hjá útlendingum at sleppa til USA
Talan er um fólk úr 33 londum, harímillum Kina, India og flestu londini í Evropa
Joe Biden, forseti, hevur undirskrivað eina avgerð, sum ger tað lættari hjá fólki at koma til USA.
 
26.10.2021 - 10:36

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur undirskrivað eina avgerð, sum ger tað lættari hjá fólki at koma til USA. Talan er um fólk úr 33 londum, harímillum Kina, India og flestu londini í Evropa, skrivar Reuters.

Sambært Hvítu húsunum verða avmarkingarnar settar úr gildi 8. november.

Avmarkingarnar hava verið galdandi síðani fyrst í 2020 fyri fólk, sum seinastu tvær vikurnar hava verið í Bretlandi, teimum 26 Schengen-londunum í Evropa og Írlandi, Kina, India, Suðurafrika, Iran og Brasil.

Í staðin verður krav sett til fólk, at tey skulu vera koppsett, áðrenn tey koma til eina amerikanska floghavn.

Børn og ung, sum eru undir 18 ár, og fólk, sum av heilsuávum ikki eru koppsett, sleppa undan treytunum.

Fólk úr umleið 50 londum, har minni enn 10 prosent av fólkinum eru koppsett, og sum ikki ferðast sum ferðafólk, kunnu eisini sleppa undan kravinum, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373