KÍ veitslan útsett

KÍ veitslan útsett
Støðan við koronusmittuni hevur við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta gullveitsluna
Kvinnur og menn hjá KÍ í Betrideildini gjørdust føroyameistarar í ár
Mynd: Savn  
 
27.10.2021 - 17:15

Støðan við koronusmittuni hevur við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta ársveitsluna, sum skuldi vera komandi leygardag Í badmintonhøllini í Klaksvík. 

Fleiri enn 600 viðhaldsfólk hava keypt atgongumerki til gullveitsluna.

Veitslan verður í staðin hildin leygarkvøldið 20. november.

Nevndin ger greitt, at tað snýr seg um heilsuna hjá fólki, og við verandi koronustøðu er løtan ikki tann rætta til at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, sum annars var lagt upp til, nú bæði kvinnurnar og menninir hjá KÍ í Betrideildini eru føroyameistarar.

- Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, og leggur afturat, at nú ræður um at hava tol, meðan bíðað verður eftir, at tamarhald aftur er á koronustøðuni.

Keypt atgongumerki eru galdandi 20. november, men um tað berst fólki frá at møta, ber til at fáa pengarnar aftur við at venda sær til felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210