Facebook eitur nú Meta

Facebook eitur nú Meta
Móðurfelagið, ið eigur Facebook, eitur nú Meta. Tað boðaði Mark Zuckerberg frá í kvøld
Facebook, Inc. eitur nú Meta
 
28.10.2021 - 19:55

Móðurfelagið, sum eigur Facebook, broytir navn frá Facebook, Inc. til Meta. 

Sjálv Facebook-appin skiftir ikki navn, men heldur fram sum eitt brand undir Meta. 

"Nú eru vit eitt metavers og ikki Facebook. Við tíðini fert tú ikki at hava tørv á Facebook fyri at brúka hinar tænasturnar hjá okkum," segði Mark Zuckerberg. 

Zuckerberg eigur eisini Instagram, Messenger og WhatsApp. 

 

Facebook í mótvindi

Navnabroytingin var væntað og kemur, samstundis sum Facebook hevur verið í mótvindi. 

Eitt nú hevur whistleblowarin, Frances Haugen, likið nógv skjøl til fjølmiðlar. 

Haugen hevur eitt nú lagt Facebook undir at vita, at teirra algoritmur eru beinleiðis skaðiligar fyri serliga børn og ung og serliga ungar gentur.

Mark Zuckerberg heldur tó ikki, at lýsingin hjá Haugen av hansara fyritøku er umboðandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815