Rúsevnamál fyri rættin

Rúsevnamál fyri rættin
Tveir menn verða í næstum ákærdir fyri fleiri brot á rúsevnalógina
Myndin hevur ikki tilknýti til aktuella málið.
Mynd: Savn  
 
29.10.2021 - 18:29

Tveir menn verða í næstum í Føroyarætti ákærdir fyri fleiri brot á rúsevnalógina.

8. januar í ár skulu teir, saman við øðrum, hava fingið, goymt og havt um hendið 1590 gram av amfetamini, umleið 177 gram av ketamini og góð 400 gram av hasji.

Sambært ákæruritinum var hetta við sølu fyri eyga.

11. januar skulu teir aftur hava roynt at fingið hendur á rúsevnunum, men tá hevði politiið býtt rúsevnini um við eftirgjørd rúsevni.

Ein av teimum báðum monnunum er haraftrat ákærdur fyri onnur lógarbrot. Millum annað uppaftur fleiri brot á rúsevnalógina, harskap móti politifólkið, umframt brot á vápnalógina undir skerpaðum umstøðum, tá hann skal hava haft eina avsagaðað høglbyrsu og patrónir um hendi.

Rættarmálið móti teimum báðum monnunum byrjar 8. november. 

Føroya rættur hevur sett fýra dagar av til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214