Friðarligt í býnum í nátt

Friðarligt í býnum í nátt
Hóast skeinkistøð høvdu opið - móti tilmælunum, so vóru fá fólk í býnum í nátt. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.
Miðbýurin í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
07.11.2021 - 10:36

Hóast fleiri skeinkistøð høvdu boðað frá, at tey fóru at hava opið nú um vikuskiftið, eftir at løgmaður heitti á tey um ikki at gera so, tykist ikki, sum at tað var stórvegis av fólki úti í nátt.

Løgreglan sigur, at tað var í so máta avbera friðarligt í nátt.

Tó so, so fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var horvin í vesturbýnum í morgun. 

Sambært løgregluni var lykilin í bilinum, og tá góðtekur tryggingin ikki, at bilurin er stolin.

Kortini vilja løgreglan og bileigarin fegin hoyra frá fólki, sum møguliga vita, hvar bilurin er. Tað er ein lítil Fiat, gráligur av liti og hevur nummarplátuna AN 357.

Hevur onkur borið eyga við bilin ella veit nakað meira, kann man venda sær til løgregluna á telefonnr. 114.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214