Útlátið tað sama sum undan koronu

Útlátið tað sama sum undan koronu
Kina umboðar ein triðing av øllum útl+atinum, stendur í einari frágreiðing
Veðurlagsráðstevnan í Glasgow heldur fram hesa vikuna.
Mynd: RitzauScanpix  
 
08.11.2021 - 08:44

Útlátið av veðurlagsgassum er nú tað sama, sum tað var fyri koronu, og Kina stendur fyri einum triðingini av øllum útlátinum.

Tað stendur í eini nýggjari frágreiðing, sum er almannakunngjørd, nú veðurlagsráðstevna er í Glasgow.

Tað er granskingarsamstarvið, Global Carbon Project, sum sigur seg hava varhugan av, at útlátið í ár verður ikki minni enn tað var í 2019, sum var met.

Á veðurlagstoppfundinum eru umboð úr næstan 200 londum, og tey skulu royna at finna eina felags loysn og semju um nógva útlátið, sum hóttir veðurlagið kring heimin.

Í frágreiðingini stendur, at útlátið frá gassi og koli fer at vaksa meir í ár, enn tað minkaði í fjør, tá koronakreppan hevði við sær, at heimsins lond fóru niður í tómgongd, skrivar NTB.

Onkrar semjur eru gjørdar á veðurlagstoppfundinum, sum heldur fram í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533