Rókur og Lerkur seldir til Fraklands

Rókur og Lerkur seldir til Fraklands
Trolararnir eru seldir fyri tilsamans 62 mió. kr.
Rókur og Lerkur hjá Faroe Origin eru seldir til Fraklands
 
09.11.2021 - 14:19

Partrolararnir, Rókur og Lerkur, eru nú seldir til Fraklands.

Tað skrivar teyggjan.fo.

Nýggjur eigari er Comptoir des Peches d´Europe du Nord, Euronor, í Fraklandi.

Rókur er seldur fyri 33 milliónir krónur og Lerkur fyri 29 milliónir krónur.

Tað er Faroe Origin í Runavík, sum hevur átt skipini. Varðin, Framherji og Samherji stovnaðu Faroe Origin, tá ið Faroe Seafood fór á húsagang.

Rókur og Lerkur eru smíðaðir á Karstensens Skibsværft í Skagen í 1999 og 2000. 

Áttu átta partrolarar

Faroe Origin hevur havt átta partrolarar.

Minsta parið, Skúgvur og Munkur, var selt fyri nøkrum árum síðani, og nú eru Rókur og Lerkur seldir. Teir fýra, ið eftir eru, eru Bakur og Stelkur, sum eru bygdir í 2002, og Heykur og Falkur, sum eru bygdir í 2007.

Rókur og Lerkur stóðu á sølulista í 2018, men vórðu ikki seldir tá.

Lítil upsaveiða

Partrolararnir hava serliga fiskað upsa. Men tað hevur verið sera lítið at fingið av upsa í ár, og síðst í oktober segði Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, at nøgdirnar av upsa, sum eru fiskaðar undir Føroyum í ár eru metlágar, ja, tað er vánaligasta árið nakrantíð.

Væntandi vera ikki meira enn 15.700 tons fiskað av upsa í ár.

Miðalveiðan seinastu 15 árini eftir upsa hevur annars verið 37.900 tons.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473