45 smittutilburðir á Argjahamri, tá skúlin læt uppaftur

11.11.2021 - 10:15
AktueltHeilsa
45 smittutilburðir á Argjahamri, tá skúlin læt uppaftur
Skúlastjórin helt tað ikki vera skilagóða avgerð at fara aftur í skúla, tá so nógv vóru smittað, vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið
Nógv eru smittað á Skúlanum á Argjahamri
 

Tann 1. november skrivaði stjórin í Skúlanum á Argjahmari, Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, til Undirvísingarstýrið, at 11 starvsfólk, eitt reingerðarfólk, 13 næmingar í 1. flokki, tveir í 3. flokki og ein í 8 flokki, ella tilsamans 28 fólk við tilknýti til skúlan, høvdu fingið staðfest koronu.

Avrátt var, at undirvísingin skuldi skipast sum fjarundirvísing, tað sum eftir var av vikuni, og skúlin skuldi lata upp aftur 8. november. 

Men 8. november vóru lærarar enn í sóttarhaldi, og fólk vóru ikki at undirvísa.

Skúlastjórin fekk tí loyvi frá Undirvísingarstýrinum at lata skúlan upp týsdagin 9. november.

Samskifti millum stýrið og skúlan vísir, at nú var talið av smittaðum næmingum og starvsfólki komið upp á 45.

Nýggjar mannagongdir

Skulu skúlar lata aftur, skulu Undirvísingarstýrið og Mentamálaráðið kunnast, áðrenn avgerð verður tikin, stendur í nýggjum mannagongdum, sum skúlaleiðslurnar hava fingið. 

5. november skrivar Marin Sigvaldsdóttir Bláberg til Undirvísingarstýrið, at samlaða talið av næmingum og starvsfólki við koronusmittu nú er 39. 

"Hetta eru tey tølini, sum vit hava fingið inn frá foreldrum. Vit halda okkum tó vita um fleiri," skrivar skúlastjórin til Undirvísingarstýrið. Hon spyr somuleiðis, um ætlanin er, at skúlin letur upp aftur mándagin 8. november, tí lærararnir sleppa ikki úr sóttarhaldi fyrr enn týsdagin, og skúlin megnar ikki at fáa so nógvar vikarar inn mánadagin.

Svarið, hon fær frá Undirvísingarstýrinum, er, at landslæknin mælir til, at tey bíða til týsdagin 9. november við at lata skúlan uppaftur. 

Hava ikki smittað

6. november skrivar skúlastjórin aftur til Undirvísingarstýrið: 

Góða Eyðdis!

Nú eru 19 næmingar í 1. flokki smittaðir við korona. Segði Landslæknin nakað um, hvat vit gera við tey?

Svarið er: Nei, tað tosaði hann ikki um. Næmingarnir hava verið heima eina viku, so tey hava ikki smittað nakran í skúlanum. Tey eru sjálvsagt heima, til tey eru frísk aftur. Eru nøkur av teimum, sum vóru fyrst smittað, ikki við at verða frísk aftur?

Skúlin á Argjahamri læt sum ætlað upp týsdagin 9. november, men longu klokkan 10 er galið, tí fráboðanir um nýggjar tilburðir koma í heilum, og tað er greitt, at skúlastjórin kennir seg ikki trygga  við støðuna. 

Nú eru 21 næmingar smittaðir í 1. flokki. 

Fleiri smittutilburðir

"Hetta merkir, at vit hava 41 næmingar, sum eru testaðir positivir fyri koronu. Tað kann væl vera, at summir av teimum fara at gerast frískir skjótt, men álvaratos, vit fáa positivar tilburðir inn hvønn dag. Vit hava ongan møguleika at halda hesum niðri. Var tað rætt, so vóru vit heima restina av hesi vikuni eisini, soleiðis at tey, sum høvdu smittu í sær, gjørdust positiv, áðrenn tey áttu at koma í skúla aftur. Eg eri væl vitandi, at eg ongan avgerðarrætt havi hesum viðvíkjandi. Hóast tað, so havi eg rætt at siga mína hugsan. At lata skúlan upp í dag var ikki ein skilagóð avgerð fyri Skúlan á Argjahamri!

Skrivar Marin Sigvaldsdóttir Bláberg til Undirvísingarstýrið um 10 tíðina fyrrapartin týsdagin.

Ein tíma seinni, klokkan 10 minuttir í 11, skrivar hon, at talið á smittaðum er vaksið við fýra, og var tað sostatt komið upp á 45, tá skúlin læt uppaftur. 


Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er stjóri í Skúlanum á Argjahamri. Hon hevur havt nógv samskifti við Undirvísingarstýrið um smittustøðuna, í sambandi við at skúlin skuldi lata uppaftur.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mai
Morgunlestur leygardagur 21.mai 2022
139574
Fríggjadag 20. mai
Nón 20. mai 2022
139935
Fríggjadag 20. mai
Vesisex á Gentuvesinum
139930
Fríggjadag 20. mai
Ein granni ger innrás 4:4
139900
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646