Bretland hækkar hóttanarstigið

Bretland hækkar hóttanarstigið
Avgerðin er tikin í kjalarvørrinum av spreingingini í einum bili í Liverpool, sum kravdi eitt mannalív
Spreingingin í Liverpool verður kannað sum yvirgangsmál, og samstundis er hóttanarstigið hækkað.
 
16.11.2021 - 13:50

Bretland hevur hækkað hóttanarstigið til "álvarsligt". Tað merkir, at sannlíkindi eru fyri yvirgangsatsókn. 

Álvarsligt er nummar fýra á einum stiga frá 1 til 5.

Avgerðin um at hækka stigið var tikin seint í gjár, dagin eftir eina spreinging í einum hýruvogni í Liverpool í Onglandi.

Tað eydnaðist hýruvognsføraranum at sleppa úr bilinum, men ferðamaðurin, sum sat í hýruvogninum, doyði av spreingingini. 

Hendingin verður kannað sum yvirgangsmál.

Dómkirkja var málið

Ein heimagjørd bumba, sum maðurin, ið doyði, hevði gjørt, var orsøkin til spreingingina.

Málið skal hava verið eitt dómkirkja, har minningarhald var fyri bretskum hermonnum, sum hava latið lív í kríggi.

Yvirgangsatsóknin er annað deyðiliga álopið í ein mánað, eftir at bretski tinglimurin, Sir David Amess, varð stungin til deyðis fyri fýra vikum síðani.

Løgreglan handtók trý fólk í sambandi við spreingingina í Liverpool, men tey eru øll latin leys .

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375