Útflutningsvirðið í ár táttar í sjey milliardir

Útflutningsvirðið í ár táttar í sjey milliardir
Alt bendir á, at útflutningurin fer at seta met í ár
Útflutningsvirðið í ár er vaksið eina hálva milliard sammett við somu tíð í fjør.
 
16.11.2021 - 16:23

Føroyar hava útflutt fyri meira enn 6,8 mia krónur fyrstu níggju mánaðirnar í ár.

Tað skrivar Hagstovan.

Hetta eru knappar 500 mió. kr. fleiri enn fyrstu níggju mánaðirnir í fjør, og 100 mió. kr. fleiri enn 2019, sum var tað árið, tá vit høvdu mestan útflutning.

Sostatt er líkt til, at útflutningurin fer at seta met í ár.

Laksurin hevur størsta vøksturin

Størsti vøksturin er í laksaútflutninginum. Har er útflutningsvirðið vaksið 22 prosent samanborið í fjør. Laksaútflutningurin vaks 541 mió. kr., upp í góðar tríggjar milliardir kr.

Tilsamans er fiskavøruútflutningurin vaksin 10 prosent seinasta árið, og er góðar 6,3 mia krónur.

Útflutningsvirðið á øðrum vørum enn fiskavørum er vaksið 19 prosent, upp í góðar 400 mió. krónur, so samlaða útflutningsvirðið í ár er seks milliardir og 845 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065