Eykajáttan til farsóttartilbúgving og at kanna ferðandi

Eykajáttan til farsóttartilbúgving og at kanna ferðandi
Umbønin kom í tingið í gjár, og uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í morgin
Koronusmittan er vaksin, og tí er neyðugt við einajáttan til farsóttartilbúgvingina, sigur landsstýrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2021 - 08:26

Landstýrið biður nú løgtingið um eykajáttan, sum hevur sjey mió. kr. í halli.

Umbønin kom í tingið í gjár.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í eykajáttanaruppskotinum, at av tí at koronusmittubylgja herjar í løtuni, er neyðugt at styrkja farsóttartilbúgvingina við fimm mió. kr. og at brúka tvær mió. kr. aftrat at kanna ferðandi til Føroya.

Higartil í ár eru játtaðar átta milliónir kr.til farsóttartilbúgving, men nú verður mett, at tørvur verður á í alt 13 mió. kr., av tí at farsóttin av álvara hevur tikið seg uppaftur.

Av hesum verður væntað, at um fýra milliónir verða brúktar aftrat í ár til sóttarhaldsstøð og tílíkt, meðan kanningar og annað at avmarka smittu kostar eina millión aftrat.

Meira til fyrisiting og læknar

Virksemi til fyrisiting, til læknar, ráðgeva og lýsingar í sambandi við koppseting er eisini økt og fer at kosta eina millión aftrat í ár, og so hevur virksemi hjá løgmansskrivstovuni, TAKS og Arbeiðseftirlitinum eisini tørv á einari millión aftrat.

Samlaða eykajáttanaruppskotið hevur útreiðslur fyri 13 mió. kr. men av tí at seks millonir fleiri enn væntað eru komnar inn fyri gjald til koronukanningar, gevur úrslitið eitt nettohall upp á sjey mió. krónur.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð í tinginum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391