Harris verður fyrsti virkandi kvinnuligi forsetin í USA

Harris verður fyrsti virkandi kvinnuligi forsetin í USA
Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, skal virka sum forseti, meðan Joe Biden liggur í narkosu í sambandi við, at hann verður kannaður í endatarminum
Kamala Harris, varaforseti, verður nú virkandi forseti
Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.11.2021 - 16:15

Undir valstríðnum lovaði Biden ikki at dylja heilsustøðu sína. 

Biden er higartil elsti forseti í amerikonsku søguni, hann fyllir 79 ár í morgin.

Hóast ivi hevur verið, um hann stillar upp til forsetavalið í 2024, so sigur Biden sjálvur, at hann fer at stilla upp til seinna forsetaskeiðið saman við Kamalu Harris.

Forsetin hvørki roykir ella drekkur rúsdrekka. 

Undan valinum íðkaði hann ítrótt í minsta lagi fimm ferðir um vikuna.

Nú er greitt, at amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, skal virka sum forseti, meðan Joe Biden liggur í narkosu í sambandi við, at hann verður kannaður í endatarminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373