Korona staðfest í Vestmanna skúla

bannari
Korona staðfest í Vestmanna skúla
Seks tilburðir eru staðfestir í 8. og 9. flokki.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.11.2021 - 16:33

Korona er nú staðfest í Vestmanna skúla.

Ta váttar Alis Jóna Højsted, skúlastjóri.

Seks tilburðir eru staðfestir í 8. og 9. flokki. 

Avgerðin varð tí tikin um at senda báðar árgangirnir heim í sóttarhald. 

 

Ávirkar ikki skúlagongdina

Sambært skúlastjóranum, ávirkar hetta ikki skúlagongdina stórvegis, tí næmingarnir hava skrivligar próvtøkur í næstu viku, og tær kunnu allar avgreiðast talgilt. 

Næmingarnir sleppa í skúla aftur mánadagin 29. november, men skulu tá vísa negativa koronukanning.

Ikki allir næmingarnir í 8. og 9. flokki eru koppsettir, og vórðu næmingarnir sendir heim. Hetta var gjørt í samráð við landslæknan, sigur Alis Højsted, skúlastjóri í Vestmanna skúla. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028