Avlýsa tingfund fyri veður

Avlýsa tingfund fyri veður
Fundur verður aftur í morgin, og tá eru munnligir fyrispurningar á skránni
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur avlýst tingfundin í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2021 - 08:31

Tingfundurin, sum skuldi vera í dag, er avlýstur fyri veður.

Hann verður í morgin í staðin fyri.

Munnligir fyrispurningar eru á skránni.

Og eykajáttanarlógin hjá landsstýrinum skal hava triðju viðgerð.

Hon var samtykt í gjár við teimum broytingum, sum meirilutin í Fíggjarnevndini kom við.

15 atkvøddu fyri og 13 ímóti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264