Byrja við sterkastu mótstøðuni

Byrja við sterkastu mótstøðuni
Favoritturin, Føroyar, og Andorra, sum er styrkismett nummar tvey, bresta saman í fyrsta umfari í smálandakappingini í talvi, sum byrjar á Malta í dag
Helgi Dam Ziska og hinir á talvlandsliðnum skulu í eldin ímóti Andorra í dag
 
28.11.2021 - 14:46

Føroyar fáa dygga mótstøðu í fyrsta umfari av smálandakappingini í talvi, sum byrjar í dag á Malta.

Andorra, sum vann kappingina í fjør og er næststerkasta luttakaralandið sambært styrkismetingini, verður hinumegin borðið ímóti føroysku favorittunum, skrivar faroechess.com.

Miðalstyrkitalið hjá føroyska liðnum er 2339, meðan Andorra hevur 2239.

Í øðrum umfari, sum verður telvað mánadagin, skulu Føroyar takast við Luksemborg, sum er styrkismett nummar trý.

Føroyar hava munin á øllum borðunum ímóti Andorra. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard telva við svarta fólkinum, og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol hava hvítt. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392