- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boris Johnson í andgletti
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er komin í andglett, eftir at bretskir miðlar í vikuni hava skrivað nógv um fleiri veitslur, sum starvsfólk í bretsku stjórnini eftir øllum at døma skipaðu fyri í fjør vetur, tá Bretland var í undantaksstøðu, orsakað av koronu.
Tvær av veitslunum vóru sambært bretskum miðlum í Downing Street í London, har forsætisráðharrin arbeiðir og býr.
Blaðið The Mirror skrivar, at ein veitsla var 18. desember, har tíggjutals fólk vóru savnað í Downing Street.
Tá var annars ikki loyvt at savnast fleiri enn tvey fólk innandura, uttan so at tað var í sambandi við arbeiði. Brot á reglurnar kundu revsast við bót.
Víst øllum aftur
Embætisfólk og forsætisráðharrin sjálvur hava síðani í fjør víst aftur, at nøkur veitsla er hildin; men týsdagin kunngjørdi ITV News eitt filmsbrot, har samskiftisfólk hjá Boris Johnson venja undanførslur, sum skulu nýtast til komandi tíðindafund um veitslurnar, og flenna at svarunum hjá hvørjum øðrum.
Andstøðuflokkurin Labour var skjótur at leggja eftir Boris Johnson. Í miðlum kallar Keir Starmer, formaður í Labour, Boris Johnson fyri lygnara, og víst verður á, at 489 bretar doyðu av koronusmittuni sama dag, sum tann eina veitslan varð hildin.
Boris Johnson verður tó ikki lagdur undir fyri sjálvur at hava verið í veitslu.
Bretska stjórnin fer nú formliga at kanna málið, sigur konservativi ráðharrin, Michael Ellis, við altjóða miðlar.
Keir Starmer, formaður í Labour, gav ilt av sær í parlamentinum, tá tað frættist, at veitsla var í Downing Street, meðan Bretland var í undantaksstøðu. (Mynd: RitzauScanpix)