- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandið kallað á fund
Sambandið kallað á fund
Sambært kunngerðini skal fundurin snúgva seg um "politisku støðuna"

Eyðdis Hartmann Niclasen á veg inn í Gamla Apotek.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.
10.12.2021 - 18:33
Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, skipar fyri limafundi í kvøld á Gamla Apoteki.
Fundurin varð kunngjørdur fyrrapartin og byrjaði klokkan 17.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Sambært kunngerðini skal fundurin snúgva seg um "politisku støðuna".
Í skrivligum boðum til Kringvarpið, sigur Johan Dahl, sum er formaður í Føroya Væli, at onki óvanligt er í at valfelagið hevur limafund og at hesin fellur saman við einum eftirfylgjandi nevndarfundi.
Hann sigur, at tað eru limir í felagnum, sum ynskja at umrøða politikkin hjá flokkinum og eisini ávís aktuel mál, og tað skal tað verða møguleiki fyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


































