Greenland Minerals gevst

Greenland Minerals gevst
Ein tepur meiriluti í grønlendska landstinginum hevur samtykt at avmarka leiting og útvinning av urani
 
13.12.2021 - 14:30

Greenland Minerals gevst nú við sínum virksemi í Grønlandi.

Greenland Minerals hevur arbeitt við eini størri námsætlan í Kuannersuit í Suðurgrønlandi síðani 2007, við tí fyri eyga at útvinna eitt nú uran og onnur sjáldsom jarðarsløg.

Greenland Minerals er eitt avstralskt námsvinnufelag.

Landstingið ímóti

Felagið gevst nú við grønlendska virkseminum, eftir at ein tepur meiriluti í landstinginum fyri einum mánaði síðan samtykti at avmarka leiting og útvinning av urani í Grønlandi. 

Markið er 100 gramm pr. tons av málmi, men Greenland Minerals metir, at í Kuannersuit fjallinum eru um 300 gramm av urani pr. tons av málmi.

Námsvinna var eitt av stóru evnunum til landstingsvalið í Grønlandi fyrr í ár, og IA, sum vann valið, var hart ímóti at loyva námsvinnu.

Hóast virksemið heldur uppat, sigur Greenland Minerals, at tey framhaldandi fara at hava samband við landsstýrið,um støðan broytist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375