Holland letur aftur

Holland letur aftur
Holland letur enn eina ferð aftur fyri at tálma skjóttvaksandi talinum av koronutilburðum. Tað boðaði hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, frá á tíðindafundi í gjár.
Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte
 
19.12.2021 - 14:26

Í gjár vóru fleiri enn 14.000 fólk smittað við koronu í Hollandi, sum hevur eitt fólkatal upp á 17 milliónir. Serliga er tað omikron frábrigdið, sum er farið at gera um seg.
 
- Tí sleppa vit ikki undan at lata landið aftur enn eina ferð, sigur Mark Rutte sambært tíðinastovuni Ritzau.  

Hetta hevur við sær, at matstovur, barrir og mentanarlív letur aftur í dag, og bert matvøruhandlar og apotek kunnu hava opið.  

Børnini sleppa heldur ikki í skúla fyrr enn í fyrsta lagi 9. januar.  

Átøkini eru neyðug fyri at fyribyrgja, at sjúkrahúsverkið hoknar av trýstinum. 
Sambært Ritzau er trýstið á hollendska sjúkrahúsverkið í løtuni so mikið stórt, at annað virksemi verður niðurraðfest fyri at hava neyðugu orkuna til koronusjúklingar, sigur hollendski forsætisráðharrin.

Átøkini í Hollandi eru fyribils galdandi til 14. januar.  

Eisini í fleiri øðrum evropeiskum londum er Omikron-frábrigdið farið at taka dik á seg og er orsøk til avmarkingar.  

Í gjár setti talið av smittutilburðum í Bretlandi met við 93.000 tilburðum - 10.000 av teimum vóru omikron. Tískil er samlaða talið av omikron-tilburðum í Bretlandi 25.000.  

Í Danmark var beint fyri vikuskiftið boðað frá nýggjum átøkum í eini roynd at tálma smittustøðuni í landinum. Samlaða talið av omikron-frábrigdinum í Danmark er umleið 13.000. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918