Val kann verða útskrivað

Val kann verða útskrivað
Í dag fæst at vita, um samgonguni er lív lagað, tá uppskotini um sammóður fær triðju viðgerð í løgtinginum klokkan 13
Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin og løgtingsformaður, kann, sum skilst, ikki liva við, at uppskotini um sammóður verða samtykt í dag við atkvøðum úr samgonguni, eitt nú hansara egna flokki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 08:31

Politiska støðan er spent, og tað stendur veruliga á gomlum nøglum hjá samgonguni og Bárði á Steig Nielsen, løgmanni. 

Klokkan 13 í dag koma nógv umrøddu sammóðir-uppskotini, ið hótta við at spreingja samgonguna, til triðju viðgerð í løgtinginum. 

Fólkaflokkurin helt kreppufund í gjár, tí serliga Jógvan á Lakjuni, sum bæði er tingmaður og løgtingsformaður, ikki kann góðtaka, at málið verður samtykt av fólki í samgonguni, nevniliga Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum og Johan Dahl úr Sambandsflokkin.  

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Sosialinum, skrivar í greining á In.fo, at Jógvan á Lakjuni hóttir við at taka seg úr samgonguni, um hann ikki fær greið boð fyri tingfundin í dag, at samgongan fer at fella málið. 

 

Fleiri møguleikar at umganga samtykt

Tað verður eisini spekulerað í fleiri møguleikum, soleiðis at Fólkaflokkurin kann tryggja sær, at tað ikki eru fólk úr júst Fólkaflokkinum, ið bróta avtaluna um ikki at atkvøða fyri uppskotum hjá andstøðuni uttan so, at øll samgongan er samd um at gera tað. 

Ein møguleiki er, at landsstýrisfólkini hjá fólkaflokkinum taka seg úr landsstýrinum, soleiðis at Brandur Sandoy og Annika Olsen missa tingsessir sínar fyri tingfundin í dag.

Ger Fólkaflokkurin tað, so fellir málið um sammøður.

Ein annar møguleiki er, at Fólkaflikkur tekur seg úr samgonguni áðrenn fundin í dag. Ger Fólkaflokkurin tað, so koma Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur aftur í tingið. Tað merkir, at so fara Brandur Sandoy, Annika Olsen og Heðin Zachariaasen, sum sita á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólkini, úr tinginum, og harvið verður málið um sammøður verður ikki samtykt.

 

Val kann verða útskrivað

Eirikur Lindenskov rør framundir, at um hetta verður støðan, so verður val helst ikki skrivað út í dag, men at so verður Bárður Nielsen, løgmaður, helst noyddur at skriva út val beint eftir nýggjár.

"So tann álvarsami spurningurin er helst ikki, um Miðflokkinum góðtekur, at fólk í samgonguni samtykkja málið, men um Fólkaflokkurin kann liva við tí," skrivar blaðstjórin í Sosialinum í sínari greining. 

Tingfundurin verður klokkan 13 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852