Alilaksur dálkar villan laks

Alilaksur dálkar villan laks
Ílegur frá norskum alilaksi eru funnar í villum laksi í fleiri áum á svensku vesturstrondini
Alilaksur er ikki vanur við umstøðurnar, sum villi laksurin er vanur við, og tí hevur hann ilt við at klára seg.
 
03.01.2022 - 08:46

Sloppin norskur alilaksur dálkar nú villa laksin í Svøríki. 

Ílegur frá norskum alilaksi eru funnar í villum laksi í fleiri áum á svensku vesturstrondini. 

Tað skrivar NRK á heimasíðuni. 

Hetta er sera skaðiligt fyri stovnin av villum laksi. 

- Tað er syrgiligt. Vit vita, at tað fær neilig árin á villlaksin, um hann ynglar saman við alilaksinum, sigur Sten Karlsson, sum er seniorgranskari við norska stovnin fyri náttúrugransking. 

Tikið royndir

Granskarar hava nú tikið royndir á svensku vesturstrondini, frá Svinesund norðalaga til Lilla Edet, sum er syðri. Royndirnar vátta tað, ið illgruni leingi hevur verið um: Alilaksurin hevur ynglað við natúrliga laksin í økinum. 

Granskararnir hava kannað bæði vaksnan laks og ungfisk, og í nøkrum førum síggjast nógvar av ílegunum hjá alilaksi – í øðrum førum einki. 

Trupulleikin við alilaksinum er, at hann ikki er vanur við umstøðurnar, sum villi laksurin er vanur við, og tí hevur hann ilt við at klára seg. Men hann klárar af gýta, og tað fer at ávirka villa stovnin, staðfesta granskararnir sambært NRK. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120