Krevja 150 milliónir krónur frá Samherja

Krevja 150 milliónir krónur frá Samherja
Myndugleikar í Namibia hava sett fram krøv móti Samherja í Íslandi fyri áleið 150 milliónir krónur
Mynd: RUV  
 
07.01.2022 - 17:36

Myndugleikar í Namibia hava ávarað um krøv móti Samherja í Íslandi fyri áleið 150 milliónir krónur. Tað sæst í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Samherja Holding, sum júst er almannakunngjørd.

Samherji skrivar, at namibiskir myndugleikar í longri tíð hava ávarað um fleiri skattakrøv og onnur krøv móti samtakinum. Harímillum er kravið á 150 milliónir krónur í skatti, sum felagið hevur forsømt at rinda árini frammanundan.

Ársfrágreiðingin hjá Samherja nevnir løgfrøðisligu krøvini móti samtakinum bæði í Føroyum, Namibia og Íslandi, men samtakið sigur eisini, at einki formligt rættarmál er lagt fram móti samtakinum, sum nú er. Samherji sigur eisini í ársfrágreiðingini, at tey hava afturvíst øllum ákærum móti samtakinum.

Samherji skrivar eisini um føroyska felagið Tindhólm, sum Samherji rindaði 17 milliónir krónur til Taks í fjør fyri. Taks meldaði tá málið til løgregluna, men Samherji sigur seg ikki vita um – ella hvat – løgreglan í Føroyum ger við málið. Hetta skrivar íslendski miðilin Stundinn í dag. 

Michael Boolsen, fúti, sigur í viðmerking, at um nakrar dagar skal hann tosa við donsku serfrøðingarnar í fíggjarligum kriminaliteti, millum annað um málið um Tindhólm, sum Taks meldaði til løgregluna eftir sendingarnar í Kringvarpinum, "Teir Ómettiligu". 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928