Trý hava fingið stuðul fyri fyrstu ferð

Trý hava fingið stuðul fyri fyrstu ferð
Jóannes Poulsen, Bárður H. Lenvig og Elisabeth Erlendsdóttir hava fingið stuðul til úrvalsítrótt fyri fyrstu ferð
Jóannes Poulsen hevur fingið 100.000 krónur í stuðli
 
10.01.2022 - 07:32

Jóannes Poulsen, Bárður H. Lenvig og Elisabeth Erlendsdóttir hava fingið stuðul til úrvalsítrótt fyri fyrstu ferð.

Samstundis er hetta fyrstu ferð, at ítróttarfólk úr Bogaskjótisambandinum og Judo Føroyum hava fingið stuðul úr Úrvali hjá Ítróttarsambandi Føroya.

Bogaskjúttin, Jóannes Poulsen, hevur fingið 100.000 krónur og Bárður H. Lenvig, sum íðkar judo, hevur fingið 50.000 krónur. Svimjarin, Elisabeth Erlendsdóttir, hevur fingið 77.000 krónur frá Úrvali.

 - Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farnu tvey árini hava verið trupul, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

Bárður Lenvig í bláum fekk úrvalsstuðul, og hann er fyrsti judoíðkarin, ið fær tað. 



1,7 milliónir krónur í 2022

Tilsamans eru 1,65 milliónir latnar í stuðli til úrvalsítrótt. 

Tilsamans 16 ítróttarfólk úr níggju ymsum greinum hava fingið pening. 11 einstaklingar og fimm lið.

Størsta stuðulin, 350.000 kr., fær U20-ungdómslandsliðið hjá monnum í handbólti.

Nevndin í Úrvali hjá ÍSF fekk 27 umsóknir um stuðul til úrvalsítrótt í 2022.

Søkt var um 4,3 milliónir krónur.

 

 

Játtaðar umsóknir 2022 

  • Bogaskjóting, Jóannes Poulsen, 100.000 kr. 
  • Badminton, U15 og U17, gentur og dreingir, 50.000 kr.
  • Fimleikur, Rani A. Dalsgarð, 110.000 kr. 
  • Fimleikur, Astrið Breckmann, 100.000 kr.
  • Fimleikur, Hjalmar A. Dalsgarð, 70.000 kr. 
  • Fimleikur, Aron D. Jacobsen, 100.000 kr. 
  • Frælsur ítróttur, Tórur Mortensen, 100.000 kr. 
  • Hondbóltur, UO2 menn, 350.000 kr. 
  • Hondbóltur, UO4 menn, 50.000 kr. 
  • Hondbóltur, U04 kvinnur, 50.000 kr.
  • Judo, Bárður H. Lenvig, 50.000 kr. 
  • Parasport, Havard Vatnhamar, 150.000 kr.  
  • Svimjing, Vár Eidesgaard, 100.000 kr. 
  • Svimjing, Elisabeth Erlendsdóttir, 77.000 kr.  
  • Svimjing, Yngri úrvalssvimjarar, 50.000 kr. 
  • Taekwondo, Høgni Kunoy Dávason, 150.000 kr. 

Samanlangt 1.657.000 kr.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634