Tipsbladet: U19-venjarin hjá OB skal venja HB

Tipsbladet: U19-venjarin hjá OB skal venja HB
U19-venjarin hjá OB skal venja HB, sambært danska fótbóltsblaðnum, Tipsbladet. Hann eitur Kim Engstrøm, er 42 ára gamal, og førdi U19-liðið til meistarheitið í fjør
Kim Engstrøm er 42 ára gamal og skal, sambært Tipsbladet, venjan HB
Mynd: OB.dk  
 
11.01.2022 - 13:01

Kim Engstrøm eitur nýggi venjarin hjá HB, sambært danska blaðnum Tipsbladet

Sambært upplýsingum hjá danska blaðnum, so er Engstrøm nær við at blíva almannakunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjarin í HB. 

Enn resta tó seinastu smálutirnir at fáa upp á pláss, áðrenn Kim Egnstrøm, sum í løtuni venur U19-liðið hjá OB, kann kalla seg HB-venjara. 

 

U19-meistari

Um so er, at upplýsingarnir hjá Tipsbladet eru rættar, so verður Kim Engstrøm triði danski høvuðsvenjarin seinastu árini. Áður hava Jens Berthel Askou og Jonas Dal, sum nú er ítróttarstjóri í AB, staðið á odda fyri HB.

Kim Engstrøm hevur vant U19-liðið hjá OB síðan 2016, og í fjør vann liðið danska meistaraheitið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444