Margretha drotning hálva øld á trónuni

Margretha drotning hálva øld á trónuni
Í dag hevur Margretha drotning sitið á trónuni í 50 ár. Bara Christian 4. hevur sitið longri
Danska kongshúsið feirar í dag, at Margretha II í dag hevur sitið 50 ár á trónuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.01.2022 - 07:39

Hátíðardagur í danska kongshúsinum, tí júst í dag hevur Margretha drotning sitið á trónuni í 50 ár.

Bara Christian 4. hevur sitið longri.

Hann var kongur í 60 ár, árini frá 1588 til 1648.

 

Hátíðarhald á Christiansborg

Fyrrapartin verður dagurin hátíðarhildin á Christiansborg.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fara eisini at flyta fram røðu.

Grønlendski landstingsformaðurin, Múte B. Egede, skuldi eisini vera við.

Hann hevur givið avboð, nú hann er smittaður við koronu.

 

>>FYLG HÁTÍÐARHALDINUM BEINLEIÐIS Á DR.DK HER

 

Soleiðis sá tað út, tá Margretha varð tikin til drotning í 1972. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012