- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppseta aftur yngri børn hesa vikuna
Koppseta aftur yngri børn hesa vikuna
Fleiri tíðir eru lagdar út til koppseting av børnum í aldrinum 5-11 ár

Mynd: Savn.
18.01.2022 - 18:02
Fleiri tíðir eru lagdar út til koppseting av børnum í aldrinum 5-11 ár. Koppsett verður á Tjaldurs Apoteki í Havn bæði mikudagin og leygardagin hesa vikuna.
Til ber at bíleggja tíð á korona.fo.
Foreldur skulu minnast til at velja Tjaldurs Apotek sum koppsetingarstað. Børnini í hesum aldurbólki verða ikki koppsett á hinum koppsetingarstøðunum.
Tað er Sjúkrahúsverkið, sum hevur ábyrgdina av koppsetingini av teimum 5-11 ára gomlu børnunum. Koppsetingin fer fram í samstarvi við Apoteksverkið og tað eru heilsufrøðingar, ið taka sær av sjálvari koppsetingini.
Lækni frá Sjúkrahúsverkinum verður eisini knýttur at koppsetingarstaðnum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























