Partabrøvini í Danmark rapa

Partabrøvini í Danmark rapa
Kursfallið er 3,5 prosent, sum er tað mesta í hesum árinum
Fallið í danska keypsskálanum í morgun hevði við sær, at virðið á partabrøvunum í størstu fyritøkunum í Danmark minkaði 78 mia. kr.
 
24.01.2022 - 15:48

Stórt kursfall er á danska partabrævamarknaðinum í dag.

Um middagsleitið var kursfallið á leiðandi partabrævavísitalinum C25 fallið 3,5 prosent. Tað er størsta fall í ár.

C25-vísitalið umboðar 25 av teimum størstu fyritøkunum í Danmark, sum eru skrásettar í keypsskálanum. Tær eru m.a. Mærsk og Novo Nordisk.

Fleiri orsøkir til kursfallið í dag, skrivar fíggjarmiðilin, MarketWire.

Eitt nú spenta støðan millum Ukraina og Russland, stúranin fyri inflatión í vesturheiminum og hækkandi rentur gera partabrævamarknaðin meira óstøðugan.

Virðið minkaði 78 mia. kr.

Tá partabrævavísitalið C25 fall 2,3 prosent í morgun, svaraði tað til eitt mist virði upp á tilsamans 78 milliardir krónur.  Og partabrøvini halda fram at minka í virði í dag.

Størsta kursfallið á danska partabrævamarknaðinum var á grækarismessu í 2020. Tá kavaði partabrævavísitalið heili átta prosent í ein dag, og fallið tá var líka stórt sum undir fíggjarkreppuni.   

Orsøkin var, at Mette Frederiksen, forsætisráðharri, læt Danmark aftur til tess at forða fyri, at koronusmittan skuldi breiða seg í landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263