Gistingarnar settu met í fjør

Gistingarnar settu met í fjør
Tilsamans vóru 175.000 gistingar á gistingarhúsunum í 2021
Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini væl meira í fjør enn nakrantíð. Næturnar vóru góðar 57.500 í tali.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2022 - 15:28

Í fjør var talið á gistináttum á føroysku gistingarhúsunum knappliga 175.000, og tað er tað mesta nakrantíð. 

Gistinætur telja, hvussu nógv, og hvussu leingi fólk gista.

Knappliga 158.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2021. Tað er nærum tvær ferðir so nógv sum í 2020. 

Góða gongdin sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið. Har vóru knappliga 17.000 gistinætur. Tað er eitt vet hægri enn í 2020, men nógv minni enn undan koronufarsóttini.

Føroyingar gistu ofta

Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini væl meira í fjør enn nakrantíð. Næturnar vóru góðar 57.500 í tali. Tað svarar til ein vøkstur upp á góð 80% samanborið við 2020.

Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 70.000 í fjør, og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur upp á umleið 80% samanborið við árið fyri.

Talið á ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, sum gistu á gistingarhúsunum, meira enn tvífaldaðist í fjør.

Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru tó framvegis nærum helvtina færri enn í 2019. Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í fjør góðar 46.500 í tali samanborið við knappliga 85.500 í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713