Ikki tørvur á stórum barnaheimi longur

Ikki tørvur á stórum barnaheimi longur
Børnini, sum høvdu tørv á at verða flutt, eru flutt ella um at verða flutt í onnur hóskand høli, sigur Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður
Í løtuni er ikki stórur tørvur á at byggja eitt nýtt, stórt barnaheim, sigur Almannaverkið.
 
31.01.2022 - 15:34

Almannaverkið heldur, at tørvurin at byggja eitt nýtt, stórt barnaheim er ikki tann sami, sum hann hevur verið, tí børnini, sum høvdu tørv á at verða flutt, eru flutt, ella um at vera flutt í onnur hóskandi høli.

Hetta kom í rættlag, eftir at Løgtingsins umboðsmaður var á eftirlitsvitjan í 2020.

Tað sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, í svari til Djóna Nolsøe Joensen, tingmann, sum hevur spurt, um ætlanin er at halda fast við ætlanina hjá Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, fyrrverandi landsstýriskvinnu í almannamálum, um at byggja barnastovnar og ikki barnaheim.

Ætlanin hevur verið at hyggja nærri at, um tørvur er á smærri bústaðareindum. 

Fakliga verður dentur lagdur á, at hesir bústaðir eru egnaðir og innrættaðir eftir tørvinum hjá hesum børnum, eins og dentur verður lagdur á eitt heimligt, mennandi og stimbrandi umhvørvi, har trivnaðurin hjá børnunum verður raðfestur.

Sólvit Nolsøe sigur, at hann hevur ikki enn havt høvi til at meta um, um haldast skal fast við ætlanina hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni.

Djóni Nolsøe Joensen spurdi eisini, hvørjar fakligar orsøkir er at byggja barnabústovnar í staðin fyri barnaheim, og nær væntast kann, at bøtt verður um umstøðurnar hjá okkara mest sárbæru børnum.

Lesið svarið frá landsstýrismanninum her:

 

Sólvit Nolsøe svarar, at 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592