Breivik verður ikki royndarleyslatin

Breivik verður ikki royndarleyslatin
Dómstólurin sigur, at hann er framvegis so vandamikil, at hann eigur at verða verandi í fongsli
Anders Behring Breivik skal verða verandi í fongsli, sigur norski dómstólurin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.02.2022 - 15:29

Hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, verður ikki royndarleyslatin.

Tað hevur ein norskur dómstólur gjørt av, skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Dómstólurin sigur, at Breivik er framvegis so vandamikil fyri samfelagið, at hann eigur at verða verandi í fongsli.

 

Drap 77 fólk

Í 2011 framdi Anders Behring Breivik atsókn at stjórnarbygninginum í Oslo og drap frá hond á oynni Utøya. Tilsamans doyðu 77 fólk.

Árið eftir var hann dømdur 21 ára fongsul. Sambært norskum reglum ber til at søkja um at verða royndarleyslatin, tá tann dømdi hevur sitið 10 ár av dóminum.

Tað gjørdi Anders Behring Breivik eisini, men nú hevur ein dómstólur gjørt av, at hann verður ikki royndarleyslatin.

Randi Rosenqvist, sálarlækni, hevur  kannað Breivik, og hennara niðurstøða er greið:

- Breivik er framvegis ein vandamikil maður. Vandin fyri at hann fremur nýggjar atgerðir er stórur, sigur hon.

Hoyr ljóðbrot her:

 

1506272

 

Skjýtur dómin inn fyri hægri rætt

NRK skrivar nú, at Breivik fer at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Øystein Storvik, verji, sigur fyri norska kringvarpinum, at hann og Breivik hava gjøgnumgingið dómin, og Breivik sigur, at hann vil sleppa at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450