Noregi er heimsmeistari í fólkaræði

Noregi er heimsmeistari í fólkaræði
Árliga yvirlitið hjá Economist Intelligence Unit vísir, at Noregi er heimsmeistari í fólkaræði, og at Danmark er á einum sætta plássi
Í Noregi eru tey heimsmeistarar í fólkræði
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.02.2022 - 09:50

Noreg er ovast á listan, tá tað snýr seg um demokrati. 

Í árliga yvirlitinum frá Economist Intelligence Unit, EIU, er Noreg nummar eitt, New Zealand nummar tvey og Finnland nummar trý.

Svøríki er á fjórða plássi, og síðani kemur Ísland og á sætta plássi er Danmark. 

Altjóða sæð, so var menningin í fjør døpur. 

 

45,7 prosent hava fólkaræði

Tilsamans 45,7 prosent av fólkinum í heiminum liva, sambært yvirlitinum, í londum við fólkaræði. 

Tað eru munandi færri enn í 2020, tá annaðhvørt fólk búði í einum landi við fólkaræði.

Bara 6,4 prosent av fólkinum í heiminum liva í fullgildugum fólkaræði. Tað er eisini minni enn í fjør, tá var tað 6,8 prosent.

 

Vánaligast árið síðani 2010

EIU, sum miðilin The Economist eigur, skipar lond í røð við stigaskipan eftir, hvussu eitt nú val verða skipað, borgararættindi og poliska mentan.

Yvirlitið í ár er, sambært EIU, alheimsliga eitt tað vánaligasta síðani 2010.

EIU sigur, at fólkaræði hevur stórar avbjóðingar kring um í heiminum. 

Og koronufarsóttin hevur givið einaræðum størri vald. 

 

Øll frágreiðingin kann lesast HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Jambalaja - takk fyri hesaferð
192669
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025:5 MF KVINNUR
192643
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025:6 MF MENN
192644