Framvegis russisk álop á Ukraina

Framvegis russisk álop á Ukraina
Seinasta samdøgrið hava russisk álop kravt sjey mannalív, og 39 fólk eru løstað.
Russisku álopini á Ukraina halda fram.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.05.2025 - 11:00

Russar halda fram við at leypa á Ukraina.

Seinasta samdøgrið hava russisk álop kravt sjey mannalív, og 39 fólk eru løstað.

Tað skrivar miðilin, The Kyiv Independent.

26 av 90 russiskum dronum blivu skotnar niður, upplýsir ukrainska flogvápnið.

Í Kharkiv fingu tvær eldri konur skaða, sigur guvernørurin í landslutinum, Oleh Syniehubov.

Í bygdini Vasuliv Khutir, sum er nærindis Kharkiv, blivu níggju fólk rakt - teirra millum tvey børn. Harumframt hevur álopið í Kharkiv gjørt skaða á 39 trolleybussar, ella tráðbussar.

Russland hevur ikki viðmerkt tíðindini.

Fyrr í dag upplýsti guvernørurin í russiska Kursk-økinum, at í minsta lagi eitt fólk hevði fingið løstir í sambandi við eitt ukrainskt dronuálop í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025