Biðja um at Boeing sleppur undan rættarsókn

Biðja um at Boeing sleppur undan rættarsókn
Flogverksmiðjan skal í staðin rinda 2,9 mia. kr. í grunn til avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í tveimum flogvanlukkum
Vanlukkurnar kravdu 346 mannalív, og í báðum førum var flogfarið av slagnum, Boeing 737 MAX.
 
30.05.2025 - 08:27

Amerikanska løgmálaráðið hevur biðið um, at revsimálið móti flogverksmiðjuni Boeing, verður slept, nú semja er fingin í lag við fyritøkuna.

Tað skrivar NTB.

Revsimálið snýr seg um tvær álvarsligar flogvanlukkur, tann fyrra í Indonesia í 2018 og tann seinna Etiopia í 2019.

Vanlukkurnar kravdu 346 mannalív, og í báðum førum var flogfarið av slagnum, Boeing 737 MAX.

Avtalan millum amerikanska løgmálaráðið og Boeing merkir, at fyritøkan sleppur undan rættarsókn.

Boeing skal millum annað rinda 444,5 milliónir dollarar, góðar 2,9 milliardir í okkara pengum, í ein grunn, sum skal latast teimum avvarðandi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025