USA: Putin eigur at taka av uppskoti um vápnahvíld

USA: Putin eigur at taka av uppskoti um vápnahvíld
Heldur Russland fram við vanlukkuliga krígnum móti Ukraina, fer USA at umhugsa at taka seg úr samráðingunum, sigur amerikanska umboðið í ST-trygdarráðnum
 
30.05.2025 - 08:17

Russland eigur at góðtaka amerikanska uppskotið um 30 daga vápnahvíld í Ukraina.

Tað sigur umboðið hjá USA í ST-trygdarráðnum, John Kelley.

- Tekur Russland ikki av uppskotinum, sum teimum stendur í boði, fær Russland onga avtalu. Putin, forseti, eigur at taka av, sigur John Kelley sambært Reuters.

Hann sigur, at USA hevur arbeitt miðvíst at fáa í lag eina vápnahvíld, síðani Donald Trump bleiv forseti í januar í ár.

 

Umhugsa at taka seg úr samráðingunum

- Tekur Russland skeiva avgerð og heldur fram við hesum vanlukkuliga kríggi, fer USA at umhugsa at taka seg úr samráðingunum, upplýsir Kelley eisini.

Í síðstu viku prátaðu Trump og Putin í telefon, samrøðan vardi í meira tveir tímar. 

Men mánadagin vísti amerikanski forsetin sína ónøgd við Putin, eftir umfatandi álopini á Ukraina um vikuskiftið.

Álopið sunnunáttina var, sambært fleiri miðlum, sum endurgóvu ukrainskar myndugleikar, tað størsta higartil í trý ára drúgva krígnum. 

13 fólk lótu lív.

 

Veit ikki, hvat er hent við Putin

- Eg eri ikki nøgdur við tað, sum Putin ger. Hann drepur nógv fólk, og eg veit ikki, hvat er hent við Putin. Eg havi kent hann leingi. Vit hava altíð verið væl, men nú sendir hann rakettir inn í býir og drepur fólk, og tað dámar mær als ikki. Vit eru mitt í friðartingunum, og hann skjýtur rakettir inn í Kyiv. Tað dámar mær ikki, segði Trump mánadagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961