Koronustuðulin til listafólk skal viðgerast í løgtinginum í dag

Koronustuðulin til listafólk skal viðgerast í løgtinginum í dag
Uttanríkis- og Mentamálaráðið mælir til, at stuðul verður latin teimum, sum hava mist pengar í tíðarskeiðinum 9.desember 2021 til 31.januar 2022. Samanlagt 600.000 kr.
Niclas Johannesen, tónleikari og tónlistamaður, hevur gjørt vart við, at hjálparpakkin til listafólk, sum kemur fyri í løgtinginum í dag, er ov lítil
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2022 - 09:15

Løgtingsfundinum í dag, og á skránni er ætlaði stuðulin til listafólk. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið mælir til, at stuðul verður latin teimum, sum hava mist pengar í tíðarskeiðinum 9.desember 2021 til 31.januar 2022. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið sigur, at uppskotið kostar 600.000 kr.

Listafólkasambandið metir, at listafólkini hava mist millum 3,9 og 4,3 milliónir krónur og biður um, at hjálparpakkin kemur í gildi 1.mai 2021.

Tónleikarin Niclas Johannesen hevur greitt frá, hví listafólk halda, at hjálparpakkin ikki er nøktandi. 

20220221_HJALPARPAKKIN_HJALPIR_LITID

Sambært lógaruppskotinum kann stuðulin í mesta lagi vera 75 prosent av staðfestum og skjalprógvaðum tapi.

Tapið skal í minsta lagi vera 5.000 kr.

Løgtingið skal eisini atkvøða í dag um tilbúgvingarætlanina fyri slopnan alifisk.

Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891