Champions League-finalan flutt til París

Champions League-finalan flutt til París
Champions League-finalan er flutt úr Santa Pætursborg eftir russisku innrásina í Ukraina og skal spælast á Stade de France í franska høvuðsstaðnum í staðin
Stade de France skal hýsa Champions League-finaluni 28. mai
 
25.02.2022 - 09:41

Santa Pætursborg verður ikki vertsbýur fyri Champions League-finaluni. Tað boðar UEFA frá fyrrapartin.

Dysturin skal í staðin spælast á Stade de France í Saint-Denis norðanfyri París.

Evropeiska fótbóltssamgongan hevur eisini avgjørt, at russisk og ukrainsk feløg eins og landsliðini ikki sleppa at spæla sínar dystir á heimavølli.

Dystirnir skulu í staðin spælast á uttanveltaðum leikvølli.

Trýst á UEFA

Trýst hevur verið lagt á UEFA síðstu tíðina fyri at fáa finaluna flutta - millum annað frá bretsku stjórnini. Eisini hevur felagið fyri evropeisk fótbóltsviðhaldsfólk, Football Supporters Europe, heitt á UEFA um at taka finaluna frá russiska býnum, og tað hevur UEFA nú gjørt.

Finalan í størstu evropeisku kappingini fyri feløg verður spæld 28. mai.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985