Fleyr og Mjølnir eru steypavinnarar

Fleyr og Mjølnir eru steypavinnarar
Fleyr úr Havn og Mjølnir úr Klaksvík eru steypavinnarar í flogbólti hjá ávikavist kvinnum og monnum.
 
27.02.2022 - 10:47

Steypfinalan í Flogbólti var í Høllini á Hálsi í gjár, har liðini Fleyr og Mjølnir gjørdist steypavinnarar. 

Fleyr vann steypfinaluna í flogbólti við kvinnum

Kvinnufinalan gjørdist tøtt, tí Sí, sum hevði vunnið undanfarnu tríggjar steypafinalurnar, vann fyrsta settið 25-22. 

Men góði stríðsviljin hjá Fleyr kom veruliga til sín rætt, tí tær fótaðu sær aftur, og vunnu trý tey næstu settini og harvið steypafinaluna. 

Settúrslitini vóru 25-17, 25-23 og 25-21. 

Serliga síðsta settið gjørdist spennandi, tí SÍ legði bragdliga fyri, og var eitt skiftið frammanfyri 7-2. 

Men Fleyr-kvinnurnar stríddu seg innaftur á SÍ og vann settið og finaluna. 

Hetta var triðju ferð at Fleyr vann steypafinaluna í flogbólti við kvinnum. 

Hjá monnum fekk Mjølnir uppreisn og gjørdist steypavinnari

Hjá monnunum vann Mjølnir úr Klaksvík rættiliga sannførandi á ÍF við settúrslitunum 3-1. 

Mjølnir byrjaði sum eitt óløgið, tí fyrsta settið vunnu klaksvíkingar greitt 25-14. 

ÍF fótaði sær tó í næsta setti, og vann næsta settið 25-23. 

Nú væntaðu øll sær eina tætta finalu, men soleiðis bleiv ikki. 

Mjølnir setti aftur ferð á, og vann bæði triðja og fjóðra sett 25-18.

Harvið fekk Mjølir uppreisn frá steypaósigrinum í fjør, tá tað var ÍF, sum var oman á í steypafinaluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592