Finskir politikarar umrøða NATO-limaskap

Finskir politikarar umrøða NATO-limaskap
Meiningakanning, sum var gjørd dagin fyri russisku innrásina í Ukraina, vísir, at 53 prosent taka undir við, at Finnland skal biðja um limaskap í NATO
Sanna Marin er forsætisráðharri í Finnlandi.
 
01.03.2022 - 09:11

Finnland hevur mark til Russlands, sum er 1.340 kilometrar langt, og í dag fara landsins politikarar at umrøða, um teir skulu søkja um limaskap í NATO.

Tað sigur finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, við tíðindastovuna, STT.

Umrøðan skal snúgva seg um kríggið í Ukraina, men einki løgið er í, at politikararnir eisini fara at umrøða limaskap í NATO, samstundis, sigur hon.

Meiriluti fyri limaskapi

Fyri fyrstu ferð er fólkið í Finnlandi fyri, at landið skal biðja um limaskap í NATO, skrivar Financial Times.

Finska kringvarpið, YLE, gjørdi eina meiningakanning um finskan limaskap í NATO dagin fyri russisku innrásina í Ukraina.

Tá svaraðu 53 prosent av finska fólkinum, at landið eigur at gerast limur í NATO.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532