- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hernaðarakførini standa still

Langa røðin av russiskum hernaðarakførum uttan fyri ukrainska høvuðsstaðin, sum strekkir seg umleið 60 kilometrar - flytur seg ikki.
Tað eru boðini frá amerikanska verjumálaráðnum í nátt, okkara tíð.
- Sambært okkara bestu metingum, hava hernaðarakførini ikki flutt seg nakað nevnivert seinastu 24 til 36 tímarnar, sigur talsfólk fyri amerikanska verjumálaráðið.
Sambært talsfólkinum kunnu tað vera fleiri orsøkir til, at hernaðarakførini standa still.
Tað kunnu vera trupulleikar av ymsum slag, ella møguliga mótstøðan úr Ukraina. Tað kann eisini vera, at russiski herurin umhugsar støðuna, og hvussu farast skal víðari, sigur talsfólkið fyri amerikanska verjumálaráðið sambært BBC.


























