Tórur Mortensen tók 25 ára gamalt met

Tórur Mortensen tók 25 ára gamalt met
Tórur Mortensen tók 25 ára gamla metið hjá Ása Mikkelsen, tá hann í longdarlopi leyp 7,20 metrar í kapping í Aarhus í gjár
Nú eigur Tórur Mortensen føroyska metið í longdarlopið
 
03.03.2022 - 14:32

Eitt av elstu metunum í føroyskum frælsum ítrótti er fallið.

Í altjóða kapping í Aarhus, leyp Tórur Mortensen 7,20 metrar, og tók metið, sum Ási Mikkelsen setti í Malmø fyri 25 árum síðan, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni.

Tórur Mortensen kappaðist ímóti longdarleyparum úr Sýria, Bretlandi, Noreg og Danmark. Fyrsta lopið var 6,55, og tvey tey næstu lopini miseydnaðust. 

Í fjórða umfari leyp Tórur 6,94, og lá tískil á sætta plássi undan síðsta lopið. Tá riggaði alt, og føroyski íðkarin kom heilt út á 7,20 metrar. 

Hetta rakk til eitt fjórða pláss í kappingini aftanfyri Sýria, Bretland og Noreg, men ikki minst til nýtt føroyskt met.

Lopið upp á 7,20 er 15 sentimetrar longri enn tað, sum Ási Mikkelsen setti 1. mars 1997 í Malmø.

Tórur Mortensen hevur búð og íðka í Danmark seinastu árini, og framgongdin hjá honum hevur verið stór.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858