Zelenskij: Vit hava einki at missa

Zelenskij: Vit hava einki at missa
Neyðtænastan í Ukraina boðar frá, at 34 sivilfólk eru deyð seinasta samdøgrið í Kharkiv
Volodymyr Zelenskij, forseti í Ukraina
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.03.2022 - 15:28

- Vit hava einki at missa, bara okkara frælsi. 

Tað segði Volodymyr Zelenskij, forseti í Ukreina, í eini røðu í dag, eftir at russar hava skotið rakettir nógvastaðni í Ukraina síðani á midnátt

Neyðtænastan í Ukraina boðar frá, at 34 sivilfólk eru deyð seinasta samdøgrið í Kharkiv, næststørsta býnum í Ukraina. Russiskar granatir hava millum annað rakt umsitingarbygningar í býnum.

Men Kharkiv er framvegis á ukrainskum hondum, sigur bretska hernaðarliga fregnaðartænastan.

Oljugoymslan í býnum Tjernihiv, sum er norðalaga í Ukraina, er rakt av loftálopi. Tað boðar neyðtænastan í Ukraina frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098