Finnland vil sleppa upp í Nato

bannari
Finnland vil sleppa upp í Nato
62 prosent av teimum spurdu siga, at Finnland skal fara upp í Nato, og tað er met
Sauli Niinistö, forseti, hevur sagt, at Finnland uttan drál, men varisliga má taka støðu til Nato-limaskap.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2022 - 09:34

Russiska innrásin í Ukraina hevur ávirkað undirtøkuna fyri Nato í Finnlandi. 

Metstór undirtøka er nú fyri Nato-limaskapi.

62 prosent av finnlendingum siga, at teir taka undir við, at Finnland fer upp í Nato.

Tað eru níggju prosentstig meira enn fyri tveimum vikum síðani, skrivar finska kringvarpið, YLE.

16 prosent eru í móti Nato-limaskapi, og 21 prosent hava ikki tikið støðu.

 

Innrásin í Ukraina ávirkað hugburðin

Finnland hevur longsta landamark í Evropa móti Russlandi, og hevur verið hernaðarliga uttanveltað fyri ikki at erta Moskva.

Seinastu 20 árini hevur undirtøkan í Finnlandi fyri Nato-limaskapi ligið um 50 prosent, áðrenn hon nú gjørdi eitt lop, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Finskir leiðarar hava eftir russiku innrásina havt fleiri fundir við amerikanskar og norðurlendskar leiðarar um trygdina hjá Finnlandi.

Finski forsetin, Sauli Niinistö, hevur endurtikið sína áheitan, at Finnland "uttan at drála, men við varsemi" má taka støðu til, um landið skal søkja um limaskap í Nato.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598