Skiljirist verður smalari

Skiljirist verður smalari
Endamálið er, at minni av fiski, sum stendur mát, sleppur úr trolinum aftur
Teir, sum fiska upsa, halda, at skiljiristin er ov víð, og tí sleppur stórur fiskur eisini úr aftur trolinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
15.03.2022 - 08:30

Víddin millum rimarnar í skiljiristini í trolum verður minkað úr 55 millimetrum niður í 50 millimetrar.

Uppskot um tað er til hoyringar í løtuni.

Við hesum ætlar Fiskimálaráðið, at minni av tí fiski, sum stendur mát, sleppur úr trolinum aftur.

 

Stórur upsi sleppur úr trolinum

Endamálið við ristini er at skilja ungfiskin frá, so bara tann størri fiskurin kemur í trolposan.

Teir, sum fiska upsa, halda, at skiljiristin er ov víð, og tí sleppur stórur fiskur eisini úr aftur trolinum.

Uppskot er eisini um, at møguligt verður at brúka tvídeilda rist og, at beinleiðis fiskiskapur eftir svartkalva verður undantikin kravinum um rist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952