Ukraina: Russar forða fyri neyðhjálp til Mariupol

bannari
Ukraina: Russar forða fyri neyðhjálp til Mariupol
Vladimir Putin, forseti, hevur sagt franska forsetanum, at kríggið í Ukraina heldur fram
Mariupol í Ukraina er bumbaður í sor, og nú forða russar eisini fyri, at neyðhjálp kemur til býin, siga hjálparfelagsskapir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.03.2022 - 08:50

Hjálparfelagskapir vilja vera við, at umleið 100.000 fólk framvegis eru í býnum Mariupol í Ukraina, sum Vladimir Putin vil hava hendur á.

Myndugleikarnir í Ukraina skuldseta russiskar hermenn fyri at hava steðgað einum fylgi av lastbilum við hjálp til fólk í Mariupol. Bilarnir eru steðgaðir tveir kilometrar frá býnum, siga myndugleikarnir í Ukraina.

Fólk royna at sleppa úr býnum, men tað er við vanda fyri lívinum, siga myndugleikarnir.

Tíðindakvinnan hjá DR, Anna Gaarslev, segði soleiðis í morgun um støðuna í Mariupol:

 

1516901


 

Putin vil ikki gevast

Franski forsetin, Emanuel Macron, tosaði í gjár við russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri at royna at fáa hann at gevast við krígnum í Ukraina.

Men svarið var greitt, kríggið í Ukraina fer at halda fram, segði Putin.

Arbeiðið  at fáa vápnahvíld í Ukraina heldur fram, sigur franski forsetin.

Ukrainski forsetin, Zelenskij, segði í nátt, at samráðingarnar við Russland um eina vápnahvíld halda fram, men framstigini eru smá, segði hann.

 

Ukraina, Russland, Putin

Frítekst tagging: 
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur ongar ætlanir um at gevastvið krígnum í Ukraina. (Mynd: Ritzau Scanpix)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871