Løkke í øðini inn á USA um serliga sendimannin fyri Grønland

Løkke í øðini inn á USA um serliga sendimannin fyri Grønland
Hetta er álop á okkara suverenitet, sigur danski uttanríkisráðharrin
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, góðtekur ikki, at USA hevur tilnevnt serligan sendimann fyri Grønland.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.12.2025 - 14:17

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er í øðini um, at USA hevur tilnevnt ein serligan sendimann fyri Grønland.

- So leingi vit hava kongsríki Danmark, er hetta eitt álop á okkara suverentitet, og tað kann ikki góðtakast, sigur hann.

Løkke, sum í løtuni er staddur í Føroyum, vil hava fund við amerikanska sendiharran í Danmark, Ken Howery, um málið:

 

blu_A_NK_LOEKKE

 

Jeff Landry. (Mynd: The Boston Globe)

 

Donald Trump, forseti, hevur tinevnt Jeff Landry serligan sendimann íGrønlandi. Hann hevur verið guvernørur í Louisiana síðani 2024, og heldur fram í tí starvinum.

Trump skrivar á sínum egna miðli, at Jeff Landry veit, hvussu stóran týdning Grønland hevur fyri trygdina hjá USA.

 

Jens-Frederik Nielsen.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, sigur, at tað broytir einki, at USA hevur sett serligan sendimann fyri Grønland, og at fólkið í Grønlandi skal sjálvt avgera sína framtíð.

Hann skrivar á Facebook í morgun, at grønlendingar eiga Grønland, og at rætturin skal virðast.

- Vit avgera sjálv okkara framtíð. Grønland er okkara land. Vit hava okkara fólkaræði, taka egnar avgerðir og hava sterkan felagsskap, og tað vikast ikki, skrivar Jens Frederik Nielsen á Facebook.

 
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201