Rættur í Grønlandi kann døma upp í 16 ára fongsulsrevsing

Rættur í Grønlandi kann døma upp í 16 ára fongsulsrevsing
Fólkatingið hevur samtykt broytingina eftir áheitan frá grønlendsku landsstýrinum
Fongsul í Grønlandi.
 
19.12.2025 - 10:06

Frá 1. januar fer at bera til hjá dómstólunum í Grønlandi at døma upp í 16 ára fongsulsrevsing.

Tað skrivar grønlendska landsstýrið í tíðindaskrivi.

Sum er ber bara til at verða dømdur upp í 10 ára fongsulsrevsing.

Fólkatingið hevur samtykt broytingina eftir áheitan frá grønlendsku landsstýrinum.

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at landsstýrið arbeiðir við at nýskipa rættarskipanina og at yvirtaka revsirættin.

Hetta fer at hava við sær, at grønlendska landstingið sjálvt kann áseta revsikarmin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026