Fogh: Vit hava verið ov góðvarin

bannari
Fogh: Vit hava verið ov góðvarin
Vit hava trúð alt ov nógv uppá, at okkara liberalu virðir fóru at vinna, sigur fyrrverandi NATO-aðalskrivarin Anders Fogh Rasmussen um Vladimir Putin
Anders Fogh Rasmussen var NATO-aðalskrivari árini 2001-2009
Mynd: Mynd: ScandAsia  
 
27.03.2022 - 15:51


Fyrrverandi NATO-aðalskrivarin Anders Fogh Rasmussen heldur, at vesturheimurin hevur verið alt ov góðvarin, tí Vladimir Putin hevur verið ein hóttan í mong ár.

Tað sigur hann í samrøðu við Berlingske í dag.

Anders Fogh Rasmussen vísir á, at um vit høvdu sæð vandatekinini áðrenn, hevði støðan í dag verið øðrvísi.

- Vit mugu øll ásanna, at vit hava verið ov góðvarin, og at vit hava feilmett hansara ætlanir og harðskap. Vit hava trúð alt ov nógv uppá, at okkara liberalu virðir av sær sjálvum fóru at vinna, sigur hann við Berlingske.

Fyrrverandi NATO-aðalskrivarin samanber Putin við einaræðisharrar sum Adolf Hitler og Josef Stalin og grundar hetta við, at Putin stýrir einum landi, sum er í afturgongd.

Hann vísir á, at Russland er ov bundið av orkuútflutningi og ikki hevur framt neyðugar búskaparligar broytingar, og at Putin tí nú er desperatur og vandamikil. Og so hevur tað eisini nógv at siga, at Putin hevur kjarnorkuvápn.

Anders Fogh Rasmussen var NATO-aðalskrivari árini frá 2009 til 2014. Áðrenn tað var hann millum annað danskur forsætisráðharri frá 2001 til 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084