- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskir hermenn til baltisku londini
Danskir hermenn til baltisku londini
Mette Frederiksen lovar Nato 800 hermenn

Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri
Mynd: Savn
31.03.2022 - 17:29
Verjusamgongan Nato hevur nú formliga biðið donsku stjórnina um teir 800 hermenninar, sum Mette Frederiksen hevur givið Nato loyvi at ráða yvir.
Tað boðar danski forsætisráharrin frá, nú hon er á vitjan í baltisku londunum.
Týsdagin kom fram, at danska stjórnin hevði lovað Nato eina herdeild við 800 hermonnum. Herdeildin skuldi sendast til baltisku londini, um Nato hevði tørv á henni fyri at vísa hjástøðu í økinum, í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukreina.
Fyrst skal Fólkatingið tó atkvøða um uppskotið. Um Fólkatingið atkvøður fyri, kann herdeildin skjótt vera ávegis til Letland, Estland ella Litava.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























